ráðgeving

norna veitir óhefta ráðgeving um kravfestingin røkkur endamálinum og um prísurin er í lagi. ring til okkara og vit hyggja at tí tilboðnum tit hava móttikið og ráðgeva um skilagott er at koyra ahead ella leita víðari.

kravfesting

hevur tú tørv á eini kravfesting til framleiðslu av eini kts-skipan, so gera vit hesa eftir tínum ynskjum og krøvum, óheft av veitara á hard- ella software økinum. tað sum hevur týðning er at tú fært eina skipan sum virkar og sum heldur tíðar- og kostnaðarætlan. vit bjóða okkum eisini fram at leiða verkætlanini, sjá menu-økið "verkætlan".

tilboð um tænastuveiting

norna hevur serstakt tilboð til virkir og stovnar í Føroyum, um dagføring, viðlíkahald og endurskoðan av verandi heimasíðum.

alt ov ofta kenna virkir og stovnar seg ótrygg og óvitandi - hóast skeið og íløgur í alskyns forrit - tá talan er um at broyta innihald og leggja fleiri síður afturat verandi heimasíðum.

grafiskt er eisini torført at vita hvussu ein skilabest fær eina síðu at taka seg gott út - og so er tað alt við pixel og jpg, tá myndir skulu leggjast út. Nógv gott tilfar liggur ofta burturbeint á skrivstovum, tí hetta kann ikki nýtast ... ávís brot eru, sum tíðin er fráliðin broytt og eru ikki longur røtt tíðindi at bera viðskiftafólki. Her kann norna lættliga veita eina vikuliga ella mánaðarliga tænastu, ið tryggjar altíð dagførdar heimasíður, og fleiri nýggjar síður verða javnan settar upp. síður, ið eru áhugaverdar og dagførdar.

skrásetingar av heimasíðum og endurskoðan av heimasíðunum og lýsingatilfari, ráðgeving og grafiska framleiðslu, framleiðsla av lýsingateigum/ bjálkum í flash, framleiðsla av real video og tíðindi og sms-fráboðanir. hetta eru dømir um tænastur norna kann veita fyri teg.