framleiðslufólk

  • Posted on: 8 April 2016
  • By: norna

góð fólk liggja ikki undir hvørjum steini og hevur tú hug at bjóða teg fram, so hoyri eg gjarna frá tær. send mær ein meyl við eitt sindur av kunning um teg á laufey@norna.fo ella tak tjansin og ring til mín á 512002.

gleði meg at hoyra frá tær J

norna er ein netverksfyritøka, sum merkir at heldur enn at seta fólk í fast starv, so seti eg toymir saman av eksternum serfrøðingum til hvørja uppgávu sær. hetta merkir at kundin altíð vil fáa bestu ráðgevarnar, grafikarnar, teksthøvundar, myndafólk og-so-fram-vegis á sínar framleiðslur, sum norna stendur fyri. okkara kundar virka á fíggingar- og á bústaðarmarknaðinum.